Barnaváttanir
Ítróttafelagsskapurin skal vera góður og tryggur fyri øll.
Vit hava øll ábyrgd av at tryggja trygd og trivna í føroyskum ítrótti.
Barnaváttanir
Tann 1. juni 2022 varð eitt krav sett í gildi um, at øll, sum hava størv, har tey hava við børn undir 15 ár at gera, skulu hava eina reina barnaváttan. Barnaváttanin verður nýtt sum prógv fyri, at tey ikki hava verið partur av málum um kynsligan ágang ímóti børnum.
Her er uppskot til mannagongd fyri hesum í tykkara felag
Her er uppskot til mannagongd fyri barnaváttanum í tykkara felag
Minnislisti til útvegan av barnaváttan:
1. Tá søkt verður eftir sjálvbodnum/venjara/starvsfólki, skal greitt tilskilast í starvslýsingina, at arbeiðsgevarin hevur skyldu at útvega barnaváttan sambært § 2 í barnaváttanarlógini, áðrenn setanin verður framd.
2. Prenta út serliga oyðublaðið til endamálið. Oyðublaðið liggur á heimasíðuni hjá løgregluni:
3. Bið um skrivligt samtykki frá viðkomandi umsøkjarum. Á oyðublaðnum nevnt undir pkt. 2 er ein teigur, har viðkomandi gevur sítt samtykki.
4. Skrivligt samtykki kann fáast frá umsøkjarum til setanarsamrøðuna/venjarafund. Kunnað umsøkjarar um, at samtykkið bert verður nýtt til at útvega barnaváttan, um tað er neyðugt í samband við setanina. Strikað samtykkið/oyðublaðið, um barnaváttan ikki skal útvegast.
GG! Tað er ikki loyvt at innheinta barnaváttan fyri persónar, ið man ikki hevur ætlan um at seta í starv ella til uppgávu.
5. Oyðublaðið skal sendast til Det Centrale Kriminalregister. Oyðublaðið skal sendast umvegis ‘tryggan teldupost’. Forritið til tryggan teldupost kann heintast her.
6. Tá trygdarforritið er tikið niður, kann oyðublaðið sendast til [email protected].
7. Viðgerðartíðin at útvega eina barnaváttan frá Det Centrale Kriminalregister er umleið 10 yrkadagar. Barnaváttanin verður send aftur til teldupostadressuna, ið oyðublaðið var sent frá.
8. Meting av barnaváttanini:
- Um barnaváttanin vísur, at persónurin er dømdur fyri kynsligt brotsverk ella kynsligan harðskap móti børnum undir 15 ár, er tað bannað at seta viðkomandi í starv ella til ávísa uppgávu. Tó kann arbeiðsgevarin gera frávik, tá talan er um brot á § 222, stk. 1 í revsilógini um samlegu við persón undir 15 ár, og talan er um linnandi umstøður (t.d. har aldurs-munurin hevur verið sera lítil og samtykki var frá báðum til samleguna).
- Um barnaváttanin vísir á revsiverd viðurskifti annars, er tað upp til arbeiðsgevaran at gera av, um brotið er so mikið álvarsligt, at viðkomandi ikki kann setast í starv ella til aðra uppgávu.
- Um barnaváttanin ikki vísur á revsiverd viðurskifti ella at persónur er dømdur fyri kynsligt brotsverk ella kynsligan harðskap, ber til at seta persón í starv eftir ítøkiligari meting.
9. Skjalfør barnaváttanina í persónsmálið hjá viðkomandi.
10. Fyri nærri upplýsing um barnaváttanir, sí vegleiðing frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum um barnaváttanir á:
MEIRA KUNNING UM BARNAVÁTTANIR
Føroya Politi hevur gjørt eina frágreiðing á heimasíðuni, sum í stuttum lýsir, hvat ein barnaváttan er, eins og leinki er til serliga oyðublaðið og telduforrit, tá ið søkt verður um barnaváttanir. Kunningin frá Politiinum kann lesast her.
Um tit framvegis hava spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við ráðgevingina ella ringja til Barna- og útbúgvingarmálaráðið á 306500 ella á [email protected].
SPYR RÁÐGEVINGINA
Øll kunnu spyrja. Eingin spurningur er ov býttur at seta.
Ráðgevingin er fyri øll, ið hava samband við føroyskan ítrótt og hava tørv á at tosa við onkran.
Tað kann til dømis verða ítróttafólk, venjarar, hjálparfólk, nevndarlimir, foreldur og onnur.
Hjálp til limaskap ella limagjald?
Ert tú nýggj/nýggjur í kommununi, kanst tú fáa hjálp til at finna eitt ítróttatilboð og kunning um tilmelding. Eisini kunnu fíggjarligar sperdar barnafamiljur fáa stuðul til limagjald.
Need help to join a club?
If you are new in town, it is possible to ask for help to find a sport or club that fits you.
It is also possible to apply for financial support to pay for membership.