Dømi um spurningar, ið eru settir í kjattinum


“Vit uppliva, at okkara sjálvbodnu venjarar fáa nógvar ákoyringar frá ágangandi foreldrum, og hetta tekur hug teirra at bjóða seg fram. Hvussu steðga vit hesum?”

“Eg eri venjari hjá U16 gentum, og eg havi illgruna um, at ein leikari hevur etingarólag ella anorexia. Eg eri tó ikki heilt vísur í hesum, og havi hugsað um at tosa við foreldrini. Hetta kann seta meg í eina trupla støðu, tá ið eg ikki veit, hvussu tey fara at taka tað. Hvat kann eg gera?”

“Eg kenni meg uttan fyri á liðnum, allir mínir vinmenn spæla í einum øðrum felagi, men pápi mín vil gjarna hava ,at eg spæli fyri hetta felagið. Men eg haldi ikki, at teir dáma meg, hvussu geri eg so at teir fara dáma meg ella kann eg skifta felag?”

“Eg eri venjari og havi 30 leikarar í okkara aldurbólki. Eg havi ein leikara, sum næstan altíð er “uttanfyri”. Hetta kann vera, tá ið tað snýr seg um at fara saman í lið til upphiting ella onkrar aðrar venjingar, har venjarin ikki ger liðini. Viðkomandi spælari sigur einki. Eg havi hugsað um at tosa við leikaran um hetta, men hvussu beri eg meg at við tí? Ella skal eg heldur tosa við foreldrini? “

“Venjarin er pápi at einum á liðnum, sum ikki dámar meg. Eg haldi, at venjarin heldur ikki dámar meg, tí hann brúkar meg sum dømi, tá ið hann fortelur hinum, hvat tú ikki skalt gera. “

“Hey. Eg eri 13 ára gomul og spæli fótbólt. Eg elski at spæla fótbólt, men eg haldi, at venjarin brúkar nógv mest tíð upp á tær bestu á liðnum. Vit eru fleiri, sum halda tað sama, men vit vita ikki, hvat vit kunnu gera?”

“Venjarin hjá okkum er altíð eftir einari gentu, og ger gjøldur burturúr henni. Allar flenna bara við, men tað sæst at hon verður kedd, hvat kann eg gera? “

“Hey. Eg havi ongantíð verið líka klænur, sum teir eg spæli saman við. Tað havi eg eisini fingið at vita ofta frá teimum. Hetta er nakað eg hugsi nógv um, men eri blivin betri til at lukka av og “flenna við”. Er tað nakað, sum eg kann gera við hetta?”

“Eg kenni meg ikki líka klænan sum hinar genturnar á liðnum. Venjarin hjá okkum gongur høgt upp í, at tú ikki skalt eta ósunt, men nú eti eg slett ikki fyri at kunna síggja líkað út sum hinar. Eg vil eisini orka betri at renna, men eg veit eisini, at tað ikki er rætt, men eg fái ikki meg sjálva at eta, hvat kann eg gera?”

“Eg verði altíð so nervøs fyri at spæla, tí um eg geri eitt mistak, so skal eg sita á beinkinum restina av dystinum. Hetta ger, at eg tori slettis ikki at spæla dyst, skal eg bara gevast?”