Skal eg boða frá?

Ert tú stúrin um, at børn ella ung eru fyri møguligari misnýtslu, er skilagott at lesa tekstin niðanfyri. Tað er ikki neyðugt at fara gjøgnum øll stigini, um trupulleikin verður loystur á einum av fyrstu stigunum.

Um tú heldur, at eitt barn er í vanda

Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at vælferðin hjá barninum ella unga ítróttafólkinum er avgerandi. At boða frá á rætta stað og á rættan hátt hevur stóran týdning.  Tað er kortini ikki tú, sum avger,  um barnið ella ungi íðkarin hevur verið fyri misnýtslu ella ikki. Tað gera myndugleikarnir. 

Um tú hevur tørv á stuðli ella góðum ráðum, ber til at seta seg í samband við nevndina í felagnum. Eisini ber til at venda sær beinleiðis til hesi:

Málsviðgerð hjá Tryggum ítrótti

Ráðgevin í tryggum ítrótti vísir til tær mannagongdir, ið verða nýttar hjá myndugleikunum.

Allir myndulgeikar hava ábyrgd av at fylgja mannagongdunum, tá ið ein stúran skal handfarast. Hetta tryggar, at tær liva upp til vanligu fráboðanarskylduna (tá ið vit varða av børnum og ungum).

Um tú metur at eitt barn er í vanda, skal tú ringja beinleiðis til løgregluna

Um tú ert stúrin um vælferðina hjá einum barni/ungum

Fráboða stúranina:

Barnavernd og fráboðanarskylda

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri umsorganarsvíki ella ágangi. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Les um fráboðanarskyldu í lóg um barnavernd.

Torført kann vera at vita við vissu, nær eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi, men sum borgari hevur tú skyldu til at gera vart við, um tú hevur kunnleika til slík viðurskifti. Fráboðast skal eisini um kvinnu, sum er við barn, tá mett verður, at tørvur er á stuðli m.a. orsakað av rúsevnismisnýtslu, sosialum ella sálarligum ávum.

Fráboðanir skulu vendast til barnaverndartænastuna í tínum øki.