Ítróttaráðgevingin Tryggur Ítróttur

Okkara heimasíða: www.trygguritrottur.fo.

Dátuábyrgdari

Ítróttasamband Føroya

Eystara Bryggja 30

100 Tórshavn

Teldupostur: [email protected]

Kjattið á síðuni

Vit brúka Tidio til okkara kjatta. Her kunnu tit lesa um teirra privatlívspolitikk.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Upplýsingarnar, sum vit innsavna, verða ikki goymdar. Tó bólka vit breitt eftir evni og øki.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg og fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til [email protected]. Vit seta okkum tá í samband við teg, um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál o.s.fr.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki metir vera rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur. Upplýsingarnar verða ikki strikaðar, um tær eru fevndar av aðrari lóggávu, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar.

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær vera nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær verður skerdur.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykkið aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á [email protected]

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Upplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo

Cookies

Um tú skrivar eina viðmerking á okkara heimasíðu, kanst tú velja at goyma navn, teldupostbústað og heimasíðu í køkum. Hetta verður gjørt fyri tína egnu hentleika, so tú ikki skalt útfylla tíni upplýsingar aftur, tá tú skrivar aðra viðmerking. Hesir cookies vara í eitt ár.

Um tú vitjar okkara innritingarsíðu, seta vit eina fyribils cookies fyri at kanna, um tín kaga góðtekur cookies. Hendan cookies inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður burturbeind, tá tú lokar kagan.

Tá tú ritar inn, seta vit eisini fleiri køkur fyri at goyma innritingarupplýsingar og tínar valmøguleikar fyri skermuppseting. Innritingarcookies vara í tveir dagar, og skermvalcookies vara í eitt ár. Um tú velur “Minst meg til”, varar innritingin í tvær vikur. Um tú ritar út, verða innritingarcookies tiknar burtur.

Um tú rættar ella útgevur eina grein, verður ein eyka cookies goymd í tínari kaga. Hendan cookies inniheldur ongar persónligar upplýsingar og vísir bara greinarnummarið á greinini, sum tú júst hevur rættað. Hon gongur út eftir einum degi.