Vegleiðing til foreldur

Øll børn og ung hava rætt til at gera ítrótt í einum góðum umhvørvi.

Foreldur hava ein týdningarmiklan leiklut í ítróttinum. Tað er sera týdningarmikið fyri foreldur, at teirra børn eru trygg, tá ið tey gera ítrótt. Samstundis skulu tey vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið okkurt er áfatt.

Tað kann til dømis vera ein venjari, sum hava ein atburð og eina venjingarmentan, ið fer um mark ella at onnur foreldur á liðnum hjá tínum barni rópa ókvæmisorð eftir mótstøðuleikarum.

Tað er týdningarmikið, at øll tekin um happing, mismun ella ágang verða tikin í álvara. 

Les meira um tekin um happing og ágang í breddanum niðast.

Ger vart við tað

Varnast tú happing, mismun ella ágang, skalt tú sum foreldur gera vart við tað.

Tað kann til dømis vera, at tú sum foreldur varnast, at ein leikari á liðnum bæði verður happaður og útihýstur í felagsskapinum. Tað kann eisini verða, at tú sum foreldur ferð eftir ferð varnast undir dysti, at ein leikari als ikki sleppur inn á vøllin at royna seg.

Tann fyrsti persónurin, tú skal seta teg í samband við er venjarin. Letur tað seg ikki gera, eigur tú í øðrum lagi at seta teg í samband við felagið. Tað kann vera formannin ella forkvinnuna.

SPYR RÁÐGEVINGINA


Tekin um happing, mismun ella ágang