Leiðbeining til venjaran

Sum venjari og hjálparfólk í ítrótti røkir tú eina týdningarmikla uppgávu. Tú eigur at ganga á odda fyri at tryggja, at børn og ung hava møguleikan at gera ítrótt í einum góðum umhvørvi.

Sum venjari og hjálparfólk fært tú samband við nógv børn. Nøkur teirra fáa kanska tørv á tínari hjálp og vegleiðing.

Tað kann til dømis vera foreldur, sum rópa ókvæmisorð eftir einum leikara, sum tú hevur ábyrgdina av. Ella at tú sum venjari varnast, at tað er ein leikari á liðnum, sum verður happaður og hildin uttanfyri. Hetta fer eisini fram í fólkaskúlanum, har sami leikari gongur í flokki saman við teimum gentunum, hon ger ítrótt saman við.  

Tað er týdningarmikið, at øll tekin um happing, mismun ella ágang verða tikin í álvara. Les meira í breddanum niðast.

Ber skjótt at

Um tú ert vitni til ella fært eina fráboðan um happing, mismun ella ágang, skalt tú, um tað letur seg gera, steðga tí alt fyri eitt.

Tosa síðani við tann happaða, fá meira vitan og vís tín stuðul. Hav í huga at tann, ið verður happaður, ofta ger ov lítið av, tá ið viðkomandi greiðir frá hendingini. Tosa við foreldrini hjá tí, sum verður happaður. Tosa eisini við tann, sum happar. Um tað eru fleiri, ið happa, tosa við tey ein og ein, ger teimum greitt, at happing verður ikki góðtikin og skal steðga í stundini.

Um tú hevur tørv á tí, bið um stuðul, sparring og hjálp. Samskift og tosa við aðrar venjarar og leiðsluna í felagnum. At fyribyrgja happing krevur eitt felags átak.

Trygdin fyrst og fremst

Raðfest trygdina og trivnaðin hjá barninum ella tí unga ítróttafólkinum. Skapa eitt trygt og róligt umhvørvi og vís virðing og umsorgan.

Vís stuðul

Vís samkenslu, gev stuðul og vís, at tú trýrt tí, sum barnið ella tað unga ítróttafólkið sigur. Ger teimum greitt, at tú tekur tey í álvara, og at tey ikki eru einsamøll. Lurta væl eftir upplivingini og hav virðing fyri teirra privatlívi.

Fráboðan

Ger eina fráboðan í samsvari við leiðreglurnar hjá felagnum. Send síðani fráboðanina víðari til viðkomandi myndugleikar ella tann tilnevnda persónin, ið hevur ábyrgdina av at handfara slík mál í felagnum. Fylg mannagongdini fyri fráboðanum nágreiniliga og tryggja tær, at allir neyðugir upplýsingar og øll neyðug kunning er viðfest. Minst til, at ein fráboðan er persónlig – so um tú heldur, at neyðugt er at fráboða, skalt tú gera tað, hóast felagið ikki heldur tað vera neyðugt. 

Lat allan iva koma barninum til góðar.

Herd fráboðanarskylda hjá fakfólki

Í ítróttafeløgum eru vanliga bæði løntir venjarar og sjálvbodnir venjarar. Ein løntur venjari hevur  eins og ein námsfrøðingur ella kommunulækni skyldu at boða frá myndugleikum frá, um hann ella hon hevur grundaðan illgruna um ágang móti børnum ella ungum.

Tagnarskyldan skal tryggjast

Tað er avgerandi, at tagnarskyldan verður tryggjað kring málið og teir persónar, sum eru partar av málinum. Tosa og deil bert kunning við neyðugar persónar og myndugleikar, sum hava heimild til at handfara málið.

Serkøn hjálp

Tað er umráðandi at veita útsetta barninum ella unga ítróttafólkinum stuðul. Hetta kann til dømis vera ein ávísing til serkøna hjálp ella ráðgeving, sum hevur servitan innan barnavernd og seksuellan ágang.

SPYR RÁÐGEVINGINA


Tekin um happing, mismun ella ágang