Trygd & trivnaður

Hvat er tryggur ítróttur?

Enska heitið fyri trygg ítróttaumhvørvi er “safeguarding”. Safeguarding merkir, at øll, sum varða av ítróttinum, taka stig til, at børn, ung og vaksin skulu kenna seg trygg og trívast, tá ið tey koma til venjing og kappingar. Íðkarar eiga at venja og kappast í einum sunnum og stuðlandi umhvørvi uttan ágang og harðskap. Øll mugu arbeiða fyribyrgjandi og at taka ábyrgd, tá ið viðbreknar støður henda. 

Hendan síðan er ætlað øllum, sum eru partur av føroyska ítróttaumhvørvinum. Á síðuni er kunnandi tilfar og ráðgeving.


Soleiðis arbeiða vit við trygd og trivnaði

Tey trý stigini í arbeiðnum við trygd og trivnaði

Tá ið vit arbeiða við trygd og trivnaði skulu vit hugsa í trimum stigum. Eisini skulu vit leggja áherðslu á, at hetta er eitt samstarv millum felagið/venjarar, íðkarar og foreldur. Gott samstarv og samskifti eru vanliga bestu amboðini at fyribyrgja, at viðbreknar støður taka seg upp og kanska gerast størri í vavi.

Her eru tey trý stigini lýst:
  1. At tryggja grundleggjandi góðsku í ítróttatilboðnum og kørmunum kring íðkararnar. Hetta inniber t.d. grundleggjandi karmar sum rætt undirlag, ljós og nøktandi skiftirúm. Tað inniber eisini nøktandi normering og fakligheit millum venjarar, umframt hugburðurin millum fólkini í felagnum er tann rætti.
  2. At fyribyrgja er at tryggja, at felagið hevur vegleiðingar um trygd og trivna. Felagið skal eisini kunna um hetta og fáa fólkini í felagnum at fylgja vegleiðingunum.
  3. At vit tora at taka stig, tá ið tað er neyðugt. Tað er týdningarmikið, at vit hava ein pall at siga frá og at tryggja, at hóskandi stig verða tikin.

ÁBYRGD: Nevndin í ítróttafelagsskapinum

Orðið tykkara egna politikk fyri trygd og trivnaði í felagsskapinum

Skriva niður tykkara virði og leiðreglur fyri trygdini og trivnaðinum í tykkara felagsskapi.

Lýs í stuttum hvat er OK, og hvat ikki er OK. Takið støðu til, hvør mannagongdin er í tykkara felagi, tá ið farið verður út um mark. 

Les meira um góð ráð til feløg her.

Til íblástur hevur ÍSF gjørt leiðreglur um góðan atburð, at taka væl ímóti og barna og ungdómsítrótt í Føroyum.

Tað hevur týdning at staðfesta, at tað eru nevndirnar í felagsskapunum, sum hava ábyrgd av trygdini og trivnaðinum í felagnum. Ráðgevingin “Tryggur ítróttur” ráðgevur og vegleiðir, men mál og støður skulu sum oftast handfarast í felagnum av fólkunum í felagnum, eins og øll fyribyrgingin fer fram í felagnum.

ÁBYRGD: Nevndin í ítróttafelagsskapinum

Tilnevnið ein trygd- og trivnaðarpersón

Veljið ein úr nevndini at hava ábyrgd fyri trygd og trivnaði í felagsskapinum. Ein trygd- og trivnaðarpersón.

Hetta merkir ikki, at viðkomandi skal átaka allar uppgávurnar, men viðkomandi hevur ábyrgd av trygdini og trivnaðinum í felagnum. Eisini skulu venjarar, íðkarar og foreldur kunnast hvørt ár um leiðreglurnar fyri trygd og trivnaði í felagsskapinum.

Lýs í stuttum uppgávurnar hjá trygd- og trivnaðarpersóninum ígjøgnum eitt ár.

Hetta kann vera:

  • at hava mannagongd fyri at taka væl ímóti.
  • at skapa trivnaðartiltøk fyri venjarar, íðkarar og sjálvboðin.
  • at skipa fyri kunnandi tiltøkum um leiðreglur fyri venjarum, íðkarum og foreldrum.
  • at kunna um, hvar íðkarar, venjarar og foreldur kunnu venda sær í samband við sárbærar støður.

ÁBYRGD: Nevndin í ítróttafelagsskapinum

Kunnið venjararnar við ársbyrjan

Kunnið hvørt ár tykkara venjarar og hjálparfólk um virði og leiðreglur fyri trygd og trivnað í tykkara felagi. Gerið venjarunum greitt, at tey eru mentanarberar og fyrimyndir, og tað er uppgávan hjá einum venjara at bera virðini í felagsskapinum víðari til íðkararnar.

Tað er skilagott at tit byrja kappingarárið við einum kunnandi trivnaðartiltaki fyri venjarar. Eitt kunnandi tiltak kann byrja við hóskandi kunning um innanhýsis leiðreglur og fakligum uppleggum um venjing og enda við onkrum sosialum, sum styrkir samanhaldi og trivnaðin.

ÁBYRGD: Trivnaðarpersónur

Venjarar hava ábyrgd av at tosa børnini um trygd og trivna

Venjarar hava ein stóra ábyrgd, og tí hevur tað týdning, at venjarar eru væl ílætnir – bæði ítróttafakliga og menniskjasliga. Tað hevur eisini týdning, at tað altíð er ein vaksin venjari, og at ein venjari ongantíð stendur einsamallur til eina barnavenjing.

Tosa javnan við børnini um, hvørji virðini í felagsskapinum eru, og hvat er góður atburður.

Vísið á týdningin av at vera í einum góðum felagsskapi, har vit hjálpast og seta okkum felags mál. Og har eldri íðkarar eru fyrimyndir fyri yngru íðkararnar.

Tosið eisini um, hvat hvør einstakur ger, tá ið viðbreknar støður stinga seg upp, og hvussu vit eru ein góður liðfelagi. Tað hevur eisini týdning at seta orð á, hvussu ein íðkari skal bera seg at, tá ið viðkomandi upplivir ella sær, at farið verður út mark.

Tað hevur eisini týdning at vísa á týdningin av at hava ein góðan atburð og virðing fyri kappingarneytunum.

ÁBYRGD: Trivnaðarpersónur og venjarar

UPPSKOT TIL TILFAR AT BRÚKA: Filmur um samtykki í ítrótti

Foreldur skulu kunnast um, at tey eisini hava ábyrgd

Havið kunnandi foreldrafundir minst einaferð um árið, har tit kunna um virði og leiðreglur fyri góðan atburð í felagsskapinum.

Tað hevur týdning at endurtaka á hesum fundum, at foreldur eisini hava ábyrgd í mun til at tryggja góðan trivna, eins og at tey hava ábyrgd av at siga frá, um tey halda seg varnast, at eitt børn ikki hevur tað gott.

ÁBYRGD: Trivnaðarpersónur og nevndin

Øll skulu kenna ábyrgd av at siga frá

Tosið við venjarar, íðkarar og foreldur um, at vit hava øll ábyrgd av at siga frá, tá viðbreknar støður stinga seg upp.

ÁBYRGD: Øll hava ábyrgd

Eftirmetið virði og leiðreglur árliga

Óvirknar leiðreglur hava einki virði í sær sjálvum. Tað eru fólkini í felagsskapinum, sum hvønn dag liva virðini og leiðreglurnar í felagsskapinum.

Eftirmetið tykkara virði og leiðreglur hvørt ár og endurtakið kunnandi tiltøkini fyri venjarar, íðkarar og foreldur á hvørjum ári.

ÁBYRGD: Nevndin

Uppskot til kunnandi tiltøk

Kunnið íðkarar

Kunningartiltak ella leikarafundir, har tit tosa um virði, góðan atburð, mørk og samtykki.

Endamál: Íðkarar eiga at fáa ay vita, at tey eru fyrimyndir og hava ábyrgd, og tey læra at seta og virða persónlig mørk.

ÁBYRGD: Trivnaðarpersónur.

Kunnið venjarar

Kunnandi fundir fyri venjarar, har tit kunna um leiðreglur og góðan atburð, trygd og trivna. Her hava venjarar møguleika at læra av hvør øðrum og spyrja ítøkiligar spurningar.

Tað kann vera eitt gott hugskot at fáa onkran at koma at halda eitt fakligt upplegg til onkran venjarafund.

Endamál: Vitan um happing, ágang og harðskap, og vitan um, hvussu vit fyribyrgja og siga frá.

ÁBYRGD: Trivnaðarpersónur

Kunnið foreldur

Brúkið foreldrafundir til eisini at kunna um góðan atburð, mørk og týdningin at siga frá.

Endamál: Vitan um tryggan ítrótt.

ÁBYRGD: Trivnaðarpersónur

Kunnið nevndarlimir

Setið evnið á dagskrá til kunningar- og upplæringsfundir, har tit arbeiða við tykkara virðum og leiðreglum fyri góðan atburð, trygd og trivna.

Endamál: Skilja og dagføra leiðreglur.

ÁBYRGD: Nevnd og trivnaðarpersónur.


Tekin um happing, mismun ella ágang