Tað er uppgávan hjá øllum ítróttafeløgum at veita øllum,
sum íðka ítrótt, eitt trygt umhvørvi.
Vegleiðing til felagið
Tað er uppgávan hjá øllum ítróttafeløgum at veita øllum, sum íðka ítrótt, eitt trygt umhvørvi. Børn og ung, sum gera ítrótt, eru fyrst og fremst børn og ung – og ikki ítróttafólk.
Umstøðurnar hjá børnum og ungum kunnu vera ymiskar. Nøkur teirra kunnu vera fyri happing og mismuni, onkur fyri misrøkt og onnur fyri sálarligum ágangi, kropsligum ágangi ella kynsligari misnýtslu. Les meira í breddanum niðast.
Happingin, mismunurin ella ágangurin kann fara fram uttan fyri ítróttin, men hann kann eisini fara fram í felagnum. Tað áliggur felagnum at geva hesum gætur.
Málið er greitt. Feløg eiga at byrgja fyri, at børn og ung verða happað, eru fyri mismuni ella ágangi. Fyribyrging er lyklaorðið. Null-hugsjónin er málið. Hetta verður gjørt best við at kunna og byggja upp vitan hjá øllum teimum, sum eru virkin í einum felag.
At útvega sær røttu ábyrgdarfólkini
Eitt grundleggjandi stig er at finna rættu fólkini at vera kring børnini. Tá ið venjarar og hjálparfólk verða sett, er skilagott at finna fólk, sum kunnu stimbra og verja børnini og tey ungu. Ein rein barnaváttan er ikki altíð nóg mikið.
Felagið eigur eisini at taka ítøkilig stig til at læra venjarar, hjálparfólk og onnur at vera árvakin og tilvitað at síggja tekin um møguliga vandar.
Greiðar leiðreglur
Tað er skilagott, at feløg orða greiðar leiðreglur í sambandi við virksemið í felagnum. Tað kann verða í sambandi við uttanlandsferðir, hvussu vit bera okkum at í skiftirúminum, hvussu vit liggja nátt í felagnum, felags koyring ella hvør rúsdrekkapolitikkurin er. Tá ið hesar leiðreglur skulu orðast, ber til at spyrja bæði foreldur og ítróttafólkini til ráðs.
Tað er neyðugt, at øll feløg hava greiðar leiðreglur, hvussu tey fara fram í viðbreknum málum um happing, ágang og misnýtslu. Leiðreglurnar skulu skrivast niður. Tað er skilagott, at felagið hevur eina skipaða kunning um leiðreglurnar á hvørjum ári, so øll í felagnum eru varug við mannagongdirnar. Lýs týðuliga, hvør hevur ábyrgd av at handfara tílík mál, bæði í felagnum, og hvussu hendingar skulu boðast frá á rættan hátt.
Tagnarskylda
Tað er avgerandi, at tagnarskyldan verður tryggjað, tá mál stinga seg upp. Var varin við upplýsingum kring málið og um teir persónar, sum eru partar av málinum. Tosa og deil bert kunning við neyðugar persónar og myndugleikar, sum hava heimild til at handfara málið.
Øll feløg eiga at orða ein fráboðanarpolitikk. Eisini eiga feløgini at miðja eftir at hava trivnaðarpersón, har tað ber til at venda ivamálum um happing, ágang og misnýtslu.
Talgild happing
Skermar og sosialir miðlar hava ein týðandi leiklut í lívinum hjá børnum og ungum. Samstundis kunnu skermarnir og sosialir miðlar verða ein kelda til útihýsing og happing. Eisini kynsliga happing.
Feløg eiga at vera tilvitað um henda vanda. At styrkja førleikarnar hjá børnum á hesum øki er eisini týdningarmikið.
Skapa eitt trygt og savnandi umhvørvi
Øll feløg eiga at tryggja eitt venjingarumhvørvi, ið er merkt av virðing, javnstøðu og viðurkenning. Legg upp til og menn eitt opið samskifti og álit, so børnini og tey ungu kenna seg trygg at gera vart við eitt hvørt, ið kundi stungið seg upp. Tað eigur at lata seg gera at tosa frítt um alt, eisini um talan er um ósømuligan atburð, seksuellan ágang, og tá farið er um mørk ella um “bara” okkurt kennist ótrygt á ein hvønn hátt.
Ger skjótt og hóskandi av
Um tit sum felag varnast eitthvørt ella fáa eina fráboðan um seksuellan ágang millum børn og ung, so er tað týdningarmikið at gera skjótt av. Takið støðuna í álvara og tryggið, at trygdin og vælveran hjá barninum verður raðfest.
Hendingar skulu skjalprógvast
Tá ið talan er um ein tilburð, eiga tit sum skjótast at skjalprógva allar viðkomandi smálutir: Tíð á degnum, dagfesting, persónar og eina greiða lýsing av sjálvum tilburðinum. Hetta hevur týdning í sambandi við skjalprógving og kanningar frameftir.
Fráboðan til viðkomandi myndugleikar og stovnar
Tá ið talan er um ósømiligan atburð og álvarsligan seksuellan ágang, skulu tit beinanvegin boða frá hendingunum ella tilburðunum til viðkomandi myndugleikar, so sum barnaverndartænastur ella løgregluna. Ert tú í iva, um og hvar tú skalt boða frá, kanst tú fáa fakliga ráðgeving undir SPYR. Les eisini um, nær og hvar tú skalt BOÐA FRÁ.
Felagið hevur ábyrgdina
Tað hevur týdning at staðfesta, at tað eru nevndirnar í felagsskapunum, sum hava ábyrgd av trygdini og trivnaðinum í felagnum. Ráðgevingin “Tryggur ítróttur” ráðgevur og vegleiðir, men mál og støður skulu sum oftast handfarast í felagnum av fólkunum í felagnum, eins og øll fyribyrgingin fer fram í felagnum.
SPYR RÁÐGEVINGINA
Øll kunnu spyrja. Eingin spurningur er ov býttur at seta.
Ráðgevingin er fyri øll, ið hava samband við føroyskan ítrótt og hava tørv á at tosa við onkran.
Tað kann til dømis verða ítróttafólk, venjarar, hjálparfólk, nevndarlimir, foreldur og onnur.
Tekin um happing, mismun ella ágang
Happing: Ítróttafólkið kann verða happað á nógvar ymiskar mátar. Happingin kann vera beinleiðis og sjónlig, ella óbeinleiðis og krógvað. Til dømis er happing at spotta og háða ein annan ella at gera særandi viðmerkingar.
Talgild happing: Ítróttafólkið kann verða happað við fartelefon, interneti og kjatti. Talgilda happingin kann verða ein hóttan um at senda myndir víðari ella at vera við til at birta undir leysasøgur um ítróttafólkið.
Útihýsing: Ítróttafólkið verður tilvitað hildið uttanfyri felagsskapin, tað íðkar ítrótt í. Tað kann til dømis ikki at sleppa upp í part, tá ið ymisk tiltøk eru uttan fyri ítróttin.
Sálarligur ágangur: Ítróttafólkið kann afturvendandi og áhaldandi verð hótt, happað ella niðurgjørt.
Mismunur: Ítróttafólkið er fyri mismuni vegna uppruna, húðarliti, átrúnaði, máli, sjúku, avlami, kyni ella kynsligum samleika.
Vanrøkt: Ítróttafólkið fær ikki tann mest grundleggjandi tørvin. Tað kann vera í sambandi við reinføri, heilsu ella skúlagongd. Til dømis kemur til ítrótt í vánaligum ella sera skitnum klæðum ella klæðum, sum ikki hóska til árstíðina.
Misrøkt: Ítróttafólkið fær ikki neyðugu hvíldina, heilsubótina, matin ella vætina.
Ovvenjing: Samlaða venjingarmongdin hjá ítróttafólkinum er alt ov høg.
Fíggjarligar avmarkingar: Ítróttafólkið fær ikki virka á jøvnum føti við onnur børn, tí tað livir í fátækradømi.
Doping: Ítróttafólkið verður trýst til at brúka ólóglig evni fyri at klára seg betur í ítróttagreinini.
Kropsligur harðskapur: Tilætlaður harðskapur. Ítróttafólkið kann verða sligið, bukað, sparkað, skumpað ella pínt.
Kynslig brotsverk: Ítróttafólkið er fyri kynsligum brotsverki, tá ið tað er fyri kynsligum ágangi kynsligari misnýtslu ella kynsligari avnoyðslu.
Lokking: Ein vaksin persónur við snildum framferðarhátti uppbyggir eitt samband við ítróttafólkið, har ítróttafólkið fær álit á tí vaksna, soleiðis at tann vaksni seinni kann fremja ágang ímóti ítróttafólkinum.