Øll børn og ung hava rætt til at gera ítrótt í einum góðum umhvørvi.
Børn og ung eru fyrst og fremst børn og ung – og ikki ítróttafólk.
Vegleiðing til íðkaran
Øll børn og ung hava rætt til at gera ítrótt í einum góðum umhvørvi. Børn og ung, sum gera ítrótt, eru fyrst og fremst børn og ung – og ikki ítróttafólk.
Tað kann tíverri koma fyri, at tú kemur í eina keðiliga støðu í ítróttinum. Tað kann til dømis vera, at venjarin hjá tær gevur boð um at fara ógvusliga við einum mótstøðuleikara ella at tú ert nýggj/ur á einum liði, har tað er siðvenja fyri at happa nýggjar leikarar. Í breddanum niðast á síðuni kanst tú lesa meira.
Verður tú happaður, ert fyri mismuni, misrøkt ella ágangi, skalt tú siga frá.
Samtykki í ítrótti
Sig frá
Tú kanst fyrst siga foreldrunum frá. Eisini ber til at venda sær til venjaran. Um tað ikki letur seg gera, ber til at siga frá í í tínum ítróttarfelagi. Tað kann vera hjá formanni, forkvinnu ella trivnaðarpersóni.
Tú kanst eisini venda tær til ein annan persón, tú hevur álit á. Tá ið tú fortelur um ágangin kanst tú steðga honum. Tað er eisini týdningarmikið, at tú sigur frá, so hesin persónurin ikki fær høvi til at halda fram ella gera tað sama við onnur.
Tað er eisini møguligt at ringja ella skriva til ráðgevingina her.
Vegleiðing til liðfelagan
Verður ein liðfelagi hjá tær happaður, er fyri mismuni, misrøkt ella ágangi, skalt tú siga frá.
Tað kann til dømis vera um tú leggur til merkis, at venjarin hjá tykkum happar ein liðfelaga hjá tær. Tað kann vera, at venjarin ofta ger gjøldur burtur úr tínum liðfelaga frammanfyri øllum liðnum. Les meira í breddanum niðast.
Tú kanst fyrst siga tínum foreldrum frá. Eisini ber til at siga venjaranum frá. Letur tað seg ikki gera, boða so felagnum frá. Tað kann vera hjá formanninum ella forkvinnuni.
Tú kanst eisini venda tær til ein annan persón, tú hevur álit á. Tá ið tú fortelur um ágangin kanst tú steðga honum. Tað er eisini týdningarmikið, at tú sigur frá, so hesin persónurin ikki ger tað sama við onnur.
SPYR RÁÐGEVINGINA
Øll kunnu spyrja. Eingin spurningur er ov býttur at seta.
Ráðgevingin er fyri øll, ið hava samband við føroyskan ítrótt og hava tørv á at tosa við onkran.
Tað kann til dømis verða ítróttafólk, venjarar, hjálparfólk, nevndarlimir, foreldur og onnur.
Tekin um happing, mismun ella ágang
Happing: Ítróttafólkið kann verða happað á nógvar ymiskar mátar. Happingin kann vera beinleiðis og sjónlig, ella óbeinleiðis og krógvað. Til dømis er happing at spotta og háða ein annan ella at gera særandi viðmerkingar.
Talgild happing: Ítróttafólkið kann verða happað við fartelefon, interneti og kjatti. Talgilda happingin kann verða ein hóttan um at senda myndir víðari ella at vera við til at birta undir leysasøgur um ítróttafólkið.
Útihýsing: Ítróttafólkið verður tilvitað hildið uttanfyri felagsskapin, tað íðkar ítrótt í. Tað kann til dømis ikki at sleppa upp í part, tá ið ymisk tiltøk eru uttan fyri ítróttin.
Sálarligur ágangur: Ítróttafólkið kann afturvendandi og áhaldandi verð hótt, happað ella niðurgjørt.
Mismunur: Ítróttafólkið er fyri mismuni vegna uppruna, húðarliti, átrúnaði, máli, sjúku, avlami, kyni ella kynsligum samleika.
Vanrøkt: Ítróttafólkið fær ikki tann mest grundleggjandi tørvin. Tað kann vera í sambandi við reinføri, heilsu ella skúlagongd. Til dømis kemur til ítrótt í vánaligum ella sera skitnum klæðum ella klæðum, sum ikki hóska til árstíðina.
Misrøkt: Ítróttafólkið fær ikki neyðugu hvíldina, heilsubótina, matin ella vætina.
Ovvenjing: Samlaða venjingarmongdin hjá ítróttafólkinum er alt ov høg.
Fíggjarligar avmarkingar: Ítróttafólkið fær ikki virka á jøvnum føti við onnur børn, tí tað livir í fátækradømi.
Doping: Ítróttafólkið verður trýst til at brúka ólóglig evni fyri at klára seg betur í ítróttagreinini.
Kropsligur harðskapur: Tilætlaður harðskapur. Ítróttafólkið kann verða sligið, bukað, sparkað, skumpað ella pínt.
Kynslig brotsverk: Ítróttafólkið er fyri kynsligum brotsverki, tá ið tað er fyri kynsligum ágangi kynsligari misnýtslu ella kynsligari avnoyðslu.
Lokking: Ein vaksin persónur við snildum framferðarhátti uppbyggir eitt samband við ítróttafólkið, har ítróttafólkið fær álit á tí vaksna, soleiðis at tann vaksni seinni kann fremja ágang ímóti ítróttafólkinum.