Skal eg boða frá?
Ert tú stúrin um, at børn ella ung eru fyri møguligari misnýtslu, er skilagott at lesa tekstin niðanfyri. Tað er ikki neyðugt at fara gjøgnum øll stigini, um trupulleikin verður loystur á einum av fyrstu stigunum.
Um tú heldur, at eitt barn er í vanda, skalt tú ringja beinleiðis til løgregluna.
Tað er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at vælferðin hjá barninum ella unga ítróttafólkinum er avgerandi. At boða frá á rætta stað og á rættan hátt hevur stóran týdning. Tað er kortini ikki tú, sum avger, um barnið ella ungi íðkarin hevur verið fyri misnýtslu ella ikki. Tað gera myndugleikarnir.
Um tú hevur tørv á stuðli ella góðum ráðum, ber til at seta seg í samband við nevndina í felagnum. Eisini ber til at venda sær beinleiðis til hesi:
- Ráðgevinga – tryggur ítróttur SPYR
- Heilsusystir
- Tín lækni
- Tú & Eg Ráðgevingin tlf: 116 111 hvørt kvøld kl. 20:00 – 22:00 OG gerandisdagar kl 9:00 – 16:00
- KRIS ráðgeving fyri seksuelt misbrúkt ( tlf 448181 – tlf. 268881)
- Løgreglan: tlf. 114 / www.politi.fo (tú kanst biða um at tosa við onkran, sum arbeiðir við kynsligum brotsverkum).
- Neyðtøkutilbúgvingin: tlf 304600 www.ls.fo
Um tú ert stúrin um vælferðina hjá einum barni/ungum
Er barnið í vanda ella komin til skaða? Um ja, set teg í samband við løgregluna ella 112.
Fráboða stúranina:
- Um títt felag hvørki hevur nevndarlim ella sett trivnaðarstarvsfólk, kanst tú seta seg beinleiðis í samband við barnaverndartænastur kring landið – Sí leinkju .
- Um eingin annar er tøkur, sum kann veita tær hjálp, kanst tú seta teg í samband við løgregluna.
- Skriva tína stúran niður og lýs í stuttum, hvar og hvussu tú boðaði frá. (Eitt nú dato og tíðspunkt)
Málsviðgerð
Ráðgevin vísir til tær mannagongdir, ið verða nýttar hjá myndugleikunum.
Øll feløg hava ábyrgd av at fylgja mannagongdunum, tá ið ein stúran skal handfarast. Hetta tryggar, at tær liva upp til vanligu fráboðanarskylduna (tá ið vit varða av børnum og ungum).
Um tú metur at eitt barn er í vanda, skal tú ringja beinleiðis til løgregluna
Barnaverndartænastur kring landið:
Telefon & teldupost (set leinkju)