Um okkum
Hendan síðan er ætla øllum, sum eru partur av føroyska ítróttaumhvørvinum. Her kanst tú leita tær vitan og góð ráð í samband við trygd og trivna í tínum ítróttafelag. At skapa tryggleika og góðan trivna er ein felags uppgáva, har vit øll hava ábyrgd.
Enska heitið fyri trygg ítróttaumhvørvi er “safeguarding”. Safeguarding merkir, at øll, sum varða av ítróttinum, taka stig til, at børn og ung skulu kenna seg trygg og trívast, tá ið tey koma til venjing og kappingar. Íðkarar skulu kunna venja og kappast í sunnum og stuðlandi umhvørvum uttan nakað slag av ágangi og harðskapi. Øll hava ábyrgd at arbeiða fyribyrgjandi og at taka ábyrgd, tá ið viðbreknar støður taka seg upp.
Á hesi síðu kanst tú leita tær vitan ella spyrja beinleiðis.
Fakfólk eru tilknýtt ítróttaráðgevingina og svara tvær ferðir um vikuna.
Ráðgevingin er eitt samstarv millum ÍSF og øll sambondini.
Vit samstarva við SSP, Gigni og Barnabata.
SPYR RÁÐGEVINGINA
Øll kunnu spyrja. Eingin spurningur er ov býttur at seta.
Ráðgevingin er fyri øll, ið hava samband við føroyskan ítrótt og hava tørv á at tosa við onkran.
Tað kann til dømis verða ítróttafólk, venjarar, hjálparfólk, nevndarlimir, foreldur og onnur.