Hvat er tryggur ítróttur?

Enska heitið fyri trygg ítróttaumhvørvi er »safeguarding«. Tað merkir, at øll, sum varða av ítróttinum, taka stig til, at børn, ung og vaksin skulu kenna seg trygg og trívast, tá ið tey koma til venjing og kappingar.


Ofta settir spurningar

Hvat er happing?

Happing kann fevna breitt. Tað kann vera andlit til andlits, talgilt, við fartelefon, á netinum ella á kjatti. Happing kann bæði vera beinleiðis og sjónlig ella óbeinleiðis og fjald.

Sjónlig happing er til dømis at verða sligin, sparkað/ur, skumpað/ur, spýtt á ella at persónlig ogn verður oyðiløgd ella stolin.

Munnlig happing er millum annað, at tað verður tosað ófólkaligað og niðrandi ella at tú verður kallað/ur órein eyknevni, Tað kann eisini vera, tá ið tú persónur sigur okkurt, rullar eygu ella hóttur við harðskapi.

Sálarlig happing er til dømis, at tað verður slatrað og logið um teg ella tá ið hini láta, sum um tey hvørki síggja ella hoyra teg. Tað kann eisini vera útihýsing, har tú ikki verður boðin við, tá ið hini gera okkurt saman ella um eingin kemur, tá ið tú bjóðar í føðingardag ella veitslu.

Telefon- ella talgild happing er til dømis at fáa  ósømulig, niðrandi ella hóttandi boð ella viðmerkingar á netinum ella at privatar og avdúkandi myndir verða deildar.

Hvussu kanst tú sum venjari steðga happing?

Steðga happingini alt fyri – so skjótt tú varnast hana.

Tosa við tann happaða, fá meira vitan og vís tín stuðul. Hav í huga at tann, ið verður happaður, ofta ger ov lítið av, tá ið viðkomandi greiðir frá hendingini.

Tosa við foreldrini hjá tí, sum verður happaður.

Tosa eisini við tann, sum happar. Um tað eru fleiri, ið happa, tosa við tey ein og ein, ger teimum greitt, at happing verður ikki góðtikin og skal steðga í stundini.

Boða frá, at tit fara at hava eina nýggja samrøðu um 2-4 vikur, so tað er púra greitt, at tú fylgir málinum upp aftur.

Støður við happing skulu fylgjast upp umaftur og umaftur til tær steðga.

Um tú hevur tørv á tí, bið um stuðul, sparring og hjálp. Samskift og tosa við aðrar venjarar og leiðsluna í felagnum. At fyribyrgja happing krevur eitt felags átak.

Hevur tú hoyrt um onkran?

Hjálp tí, sum hevur verið fyri ónáðum ella valdsgerð.

Set teg í samband við løgregluna, um tú veitst ella ert í iva um talan er um lógarbrot

Boða leiðsluni frá í ítróttafelagnum.

Øll hava sambært lógini fráboðanarskyldu, um tey vilja fyribyrgja nýggj brot ella valdsgerð.

Um tú ikki  ella torir at seta teg í samband við ítróttarfelagið, kanst tú seta teg í samband við Ráðgevingina hjá ÍSF : navn – T-post og tlf

Hvat er seksuellar ónáðir og ágangur?

Seksuellar ónáðir(sjikana) er seksuelt uppmerksemi, ið er óynskt og keðiligt fyri tann, ið tað rakar.

Tað er upplivingin hjá tí, sum verður útsettur fyri handlingini og ikki ætlanin (intentiónin) hjá tí, sum útførir handlingina, sum avger, um talan er um seksuellar ónáðir ella ágang.

Seksuellur ágangur/valdsgerðir eru seksuellar handlingar framdar ímóti einum, sum ikki hevur givið ella ikki er førur fyri at geva samtykki.

Dømi upp á revsiverdar handlingar eru:

  • Valdstøka / neyðtøka
  • At røra kynsgøgn og bringu
  • At taka, goyma eller deila seksualiseraðar myndir
Hvat skal ítróttarfelagið gera, tá ið talan er um seksuellan ágang?

Ítróttarfeløg skulu altíð taka fráboðanir í álvara.

Leiðslan ella nevndin skal handfara fráboðanir um seksuellar ónáðir og ágang.

Ein venjari ella álitispersónur í ítróttarfelagnum, sum fær fráboðan ella kunning um slík mál, skal alt fyri fara víðari til rætta viðkomandi í felagnum.

Um talan er um ágang ímóti einum myndigum persóni, skal viðkomandi mæla viðkomandi til at melda málið til løgregluna. Skilagott er at bjóða sær at fara við til løgregluna.

Um talan er um ágang/brot ímóti einum barni/ómyndigum, skal tað fráboðast avvarandi(foreldur/verja) og í samráð við hesi meldast til løgregluna.

Um illgruni er um, at avvarandi hevur framt ágangin ímóti tí ómyndiga, skal tað meldast beinleiðis til løgregluna ella til barnaverndartænastuna í viðkomandi kommunu.

Tað er avgerðandi, at slík mál verða handfarin skjótast tilber

Í málum, sum kunnu snúgva seg um lógarbrot, skal ein seta seg í samband við løgregluna alt fyri eitt (sama dag).

Um ivi er um, hvat og hvussu farast skal fram, set teg í samband við løgrelguna og boða frá, hvat er farið fram ella er hent og spyr tey til ráðs.

Eitt ítróttarfelag skal ongantíð forða ella ráða nøkrum frá at seta seg í samband við løgregluna.

Set teg í samband við ráðgevingina hjá ÍSF



Hjálp til limaskap ella limagjald?

Ert tú nýggj/nýggjur í kommununi, kanst tú fáa hjálp til at finna eitt ítróttatilboð og kunning um tilmelding. Eisini kunnu fíggjarligar sperdar barnafamiljur fáa stuðul til limagjald.

Les meira >

Need help to join a club?

If you are new in town, it is possible to ask for help to find a sport or club that fits you.

It is also possible to apply for financial support to pay for membership.

Read more >

Les meira >

Les meira >