Vegleiðing til liðfelagan

Øll børn og ung hava rætt til at gera ítrótt í einum góðum umhvørvi.

Verður ein liðfelagi hjá tær happaður, er fyri mismuni, misrøkt ella ágangi, skalt tú siga frá. Les meira í breddanum niðast.

Sig frá

Tú kanst fyrst siga tínum foreldrum frá. Eisini ber til at siga venjaranum frá. Letur tað seg ikki gera, boða so felagnum frá. Tað kann vera hjá formanninum ella forkvinnuni.

Tú kanst eisini venda tær til ein annan persón, tú hevur álit á. Tá ið tú fortelur um ágangin kanst tú steðga honum. Tað er eisini týdningarmikið, at tú sigur frá, so hesin persónurin ikki fær høvi til at gera tað sama við onnur.

Um tú ivast, ber til at seta í samband við SPYR.

Um tú ert í iva, um talan er um eitt lógarbrot, set teg so í sambandi við løgregluna.

Tekin um happing, mismun ella ágang

Happing: Ítróttafólkið kann verða happað á nógvar ymiskar mátar. Happingin kann vera beinleiðis og sjónlig, ella óbeinleiðis og krógvað. Til dømis er happing at spotta og háða ein annan ella at gera særandi viðmerkingar.       

Talgild happing: Ítróttafólkið kann verða happað við fartelefon, interneti og kjatti. Talgilda happingin kann verða ein hóttan um at senda myndir víðari ella at vera við til at birta undir leysasøgur um ítróttafólkið.

Útihýsing: Ítróttafólkið verður tilvitað hildið uttanfyri felagsskapin, tað íðkar ítrótt í. Tað kann til dømis ikki at sleppa upp í part, tá ið ymisk tiltøk eru uttan fyri ítróttin.

Sálarligur ágangur: Ítróttafólkið kann afturvendandi og áhaldandi verð hótt, happað ella niðurgjørt.

Misrøkt: Ítróttafólkið fær ikki neyðugu hvíldina, heilsubótina, matin ella vætina.

Vanrøkt: Ítróttafólkið fær ikki tann mest grundleggjandi tørvin. Tað kann vera í sambandi við reinføri, heilsa ella skúlagongd. Til dømis kemur til ítrótt í vánaligum ella sera skitnum klæðum og klæðum, sum ikki hóska til árstíðina. Talan kann eisini vera manglandi grundleggjandi vitan og førleikar hjá ítróttafólkinum.          

Ovvenjing: Samlaða venjingarmongdin hjá ítróttafólkinum er alt ov høg.

Mismunur: Ítróttafólki er fyri mismuni vegna uppruna, húðarliti, átrúnaði, máli, sjúku, avlami, kyni ella kynsligum samleika.

Fíggjarligar avmarkingar: Ítróttafólkið fær ikki virka á jøvnum føti við onnur børn, tí tað livir í fátækradømi.

Doping: Ítróttafólkið verður trýst til at brúka ólóglig evni fyri at klára seg betur í ítróttagreinini.

Kropslig ágangur: Tilætlaður harðskapur. Ítróttafólki kann verða sligið, bukað, sparkað, skumpað ella pínt.

Kynslig brotsverk: Ítróttafólki er fyri kynsligum brotsverki, tá ið tað er fyri tilætlaðum kynsligum ágangi kynsligari misnýtslu ella kynsligari avnoyðslu.

Lokking: Ein vaksin persónur uppbyggir við snildum framferðarhátti eitt samband við ítróttafólkið, har ítróttafólkið fær álit á tí vaksna, soleiðis at tann vaksni seinni kann fremja kynsligan ágang ímóti ítróttafólkinum.

Barnarættindasáttmálin

Í 1993 samtykti Løgtingið Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum (Barnarættindasáttmálin).

Barnarættindasáttmálin ásetir grundleggjandi rættindi hjá børnum, tað eru borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og mentanarlig rættindi.

Við Barnarættindasáttmálanum hava limalondini bundið seg til at fylgja ávísum reglum um barnarættindi, og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu limalondini verða fyri ábreiðslum frá ST.

Yvirskrift

Borem ipsum dolor sit amet, consectetur adipiscing elit. Etiam eu turpis molestie, dictum est a, mattis tellus. Sed dignissim, metus nec fringilla accumsan, risus sem sollicitudin lacus, ut interdum tellus elit sed risus. Maecenas eget condimentum velit, sit amet feugiat lectus.

Tilboðini hjá Títt Rúm eru ætlað børnum og ungum, sum eiga foreldur við rústrupulleikum. Tá ið vit tosa um rústrupulleikar, tosa vit um slíka nýtslu av rúsdrekka, ella rúsevnum, sum ger tað trupult hjá børnunum og familjuni sum heild. Summi av børnunum eru uppvaksin við rústrupulleikum heima, meðan onnur eiga foreldur við rústrupulleikum, sum tey ikki búgva saman við.