Góður atburður

Venjarar

Sum venjari ert tú ein fyrimynd, og tí er tað týdningarmikið, at tú vísir góðan atburð. Venjarin er ein lyklapersónur, sum myndar hugburð og virðir hjá tí íðkandi og liðnum, eins og í felagnum sum heild. Tað tí stóran týdning, at tú kennir virðini í felagnum og setir orð á hesi til venjingar og kappingar.  

Venjarar hava eina stóra uppgávu, og tí hevur tað týdning, at tað er minst ein vaksin til allar venjingar, og til barnavenjingar skal altíð vera meiri enn ein venjari.

  1. Tak væl ímóti nýggjum limum
  2. Vís góðan atburð bæði til kappingar og uttan fyri
  3. Gev gætur, at tú ert ein fyrimynd 
Nevndarlimir

Nevndin hevur evstu ábyrgd í felagsskapinum. Tað er nevndin sum setur út í kortið og gongur á odda fyri at skapa trygd og trivna í felagsskapinum. Nevndin hevur ábyrgd av at orða skrivligar leiðreglur fyri grundleggjandi virðisgrundarlagnum í felagsskapinum, eins og leiðreglur fyri trygd og trivna eiga at vera orðarar.

Tað er eisini ábyrgdin hjá nevdnini, at allir venjarar í felagsskapinum hava reina revsiváttan.

Vit mæla til, at nevndin útnevnur ein nevndarlim at hava ábyrgd av trygd og trivnaði í felagsskapinum. Ein sokallaðan trivnaðarpersón.

Hesin hevur ábyrgd av at kunna venjarar, íðkarar og foreldur um góðan atburð, trygd og trivna, og at gera øllum greitt, hvussu tey kunna víðar. M.a. eisini hvussu vit taka ímóti nýggjum limum og sjálvbodnum í felagnum.

Tað skal eisini gerast øllum greitt, hvønn tey kunnu venda sær til, um sárbærar støður stinga seg upp.

Tað er eitt gott hugskot at hava árlig kunningartiltøk fyri venjarum, íðkarum, sjálvbodnum og foreldrum hvørt ár.

Børn

Yvirskipaðu málini við barna- og ungdómsítrótti eru at geva tí íðkandi møguleika fyri fjølbroyttari menning og møguleika at megna ymiskt og síðani í tannárunum møguliga at velja ávísa sergrein. Á henda hátt kann grundarlag verða lagt undir ein varandi hug at íðka ítrótt og at vera kropsliga virkin. Avrik skulu ikki verða sett fram um læring.

  1. Ver við í ítrótti, tí tær dámar tað og ikki tí tey vaksnu, foreldur og venjarar vilja tað 
  2. Vís virðing fyri øllum, sum eru uppií, viðspælarum eins og mótspælarum 
  3. Ikki trætast við dómarar ella onnur hjálparfólk 
  4. Virð og ver opin og ærligur við venjarar og leiðarar, tí teir hava ábyrgd fyri tær 
  5. Tak væl ímóti nýggjum limum
Foreldur
  1. Minnst til, at barn títt er uppi í ítrótti fyri egna gleði og ikki tína 
  2. Tú skalt eggja barni tínum at vera við, ikki noyða tað 
  3. Verið jalig, bæði tá ið tað gongur við, og tá ið tað gongur ímóti 
  4. Foreldur hava ein týdningarmiklan leiklut í ítróttinum. Tað er av størsta týdningi at eggja børnum at sýna góðan atburð – samstundis sum tú sýnir góðan atburð á síðulinjuni. 
  5. Tú skalt eggja barni tínum at halda seg til reglurnar og at loysa ósemjur uttan fíggindaskap ella harðskap 
  6. Stuðla og eggja øllum børnum, sum eru uppi í venjing ella kapping – ikki bert tínum egna  
  7. Halt ongantíð eitt barn fyri gjøldur og rópa ikki eftir tí, um tað ger onkran skeivleikan 
  8. Minst til, at børn læra best av fyridømum. Halt nógv um gott spæl og góð avrik hjá øllum børnum og ungum 
  9. Virð avgerðir hjá dómarum og hjálparfólki og lær børnini og tey ungu at gera tað sama 
  10. Virð sjálvbodnar venjarar, leiðarar og sjálvboðin hjálparfólk. Vóru hesi fólk ikki, hevði barn títt ikki kunnað tikið lut í venjingum og kappingum 
  11. Virð rættindi og tign hjá hvørjum einstøkum barni – sama ger kyn, húðarlit, tjóðskaparligt ella átrúnaðarligt tilknýti
  12. Tak væl ímóti nýggjum limum
Dómarar

Dómarar hava beinleiðis og ítøkiliga ávirkan á, hvussu ítrótturin verður mentur, hvør atburður kann verða góðtikin, og hvør ikki.

  1. Legg fram um alt dent á trygd og trivnað hjá teim íðkandi 
  2. Vís virðing fyri teimum íðkandi, venjarum og viðhaldsfólki, og ver til reiðar at grundgeva tínar avgerðir 
  3. Tak ábyrgd fyri teimum avgerðum, ið tiknar verða 
  4. Leita tær vitan, og ver altíð dagførdur um mennngina í tínum ítrótti 
  5. Brúka ikki ókvæmisorð ella niðrandi talu um fólk, sum eru uppi í ítrótti 
  6. Far við øllum íðkandi á likaverdugan hátt – sama ger kyn, húðarlit, tjóðskaparligt, politikst og átrúnaðarligt tilknýti og kynsliga sannføring 
  7. Brúka aldri títt virki sum dómari til at røkja egin áhugamál, um tey ganga ímóti áhugamálunum hjá teim íðkandi ella ítróttinum sum heild
Tak væl ímóti

Í barnaítrótti skulu vit leggja dent á at birta ítrótta- og rørslugleði, sum kann vara alt lívið.

Vit virða ymiskleika, og vit vísa teimum nýggju serligan ans.

Soleiðis taka vit væl ímóti nýggjum limum

  1. Vit tryggja okkum, at venjarin fær boð um nýggjar limir 
  2. Vit samlast, tá vit byrja og enda hvørja venjing 
  3. Vit seta orð á felags siðir og vanar 
  4. Vit velja ein, sum hevur ábyrgdina av at taka væl ímóti 
  5. Vit blanda nýggjar og royndar limir

Trivnaðarpersónur

Um felagið hevur ein trivnaðarpersón er upplagt, at hesin hevur eina ætlan fyri, hvussu vit gera, tá vit taka væl ímóti nýggjum, og tryggjar, at venjarar og hjálparfólk fylgja hesi ætlan.